+298 91 00 02
Tórshavn, Vestara Bryggja 15

Taenastur

TÆNASTUR

Vit veita tænastur innan stovning av virkjum, driftina av virkinum, ársfrágreiðingar, skattafrágreiðingar, svara spurningum í samband við bókhald og fígging og tænastur innan avtøku/niðurlagan av feløgum.

HVUSSU?

Hava tit eitt bókhaldsforrit knýtt at felagnum, so kunnu vit fáa atgongd har og halda driftina í sambandi við kvartals-roknskapinar viðvíkjandi MVG.

Annars eru vit skrásettir í skipanini hjá Visma e-conomic sum revisorar, ið er ein talgild bókhaldsskipan á internetinum. Har vit seta skipanina upp eftir Føroyskum krøvum.

Harafturat seta vit Ársfrágreiðingina upp til Skráseting Føroya og Skattafrásøgnina, Partafelagssjálvuppgávuna, Kapitalvinningsuppgávuna og vinningsbýtisuppgerð til Taks.

HVÍ?

Sambært MVG-lógini skulu kvartals-roknskapir latast inn 4 ferðir árliga.

Árs- og Skattafrásøgn skullu eisini setast upp árliga sambært Ársroknskaparlógini.

NÆR?

MVG-freistinar eru vanliga á leið 40 dagar eftir seinasta dag í kvartalinum.

Freistin fyri Árs- og Skattafrágreiðingarnar er vanliga á leið 5 mánar eftir roknskaparáðrið endar.

BÓKHALD

RÁÐGEVING

HVUSSU?

Hevur tú fyrispurningar um byrjan av fyritøku, bókhaldi, kvartals-roknskapi, ársfrágreiðingum, skattafrágreiðingum, avtøku ella umlegging av virkjum, eru tit vælkomin at bíleggja ein óbindandi fund við okkum har vit tosa um umstøðurnar.

HVÍ?

Vit hava í 2 ár tikið okkum av at stovna feløg, halda driftina av teimun, sett skjølini upp til almennu mynduleikarnar, svara spurningum í sambandi við bókhaldi og fýggjing, avtøku/niðurlæðing av feløgum og hava samband við granskoðara tá tørvur er á tí.

NÆR?

Tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, so kunnu vit hava ein óbindandi fund har tosa verður um tørvirnar.

HVUSSU?

Millum ár og dag henda flytingar á marknaðinum, ið tín fyritøka er partur av, og við einum væl hilnum bókhaldi hava vit nógv tøl at arbeiða við í kunnu nýtast mótvegis bankanum um brúk skuldi verði til tí.

HVÍ?

Fá betri innlit í ta fíggjarligu støðuna í fyritøkuni, og eitt grundarlag at byggja tína strategi á, fyri framtíðina.

NÆR?

Eftir tørvi hjá kundanum.

HAGFRØÐI

SKRIVA EINI BOÐ